Týsdagin andaðist amerikanska countrysongkvinnan Dolly Partin, 80 ára gomul, og nógv mintust hana við at stroyma tónleik hennara.
Mikudagin var hon nevniliga mest stroymda tónlistafólk í heiminum, vísa tøl frá greiningafyritøkuni Luminate sambært tíðindastovunum Ritzau og AP.
Mikudagin varð tónleikurin hjá Dolly Parton stroymdur 79,7 milliónir ferðir tvørtur um allar tónleikastroymingartænastur.
Í heimlandinum hjá Dolly Parton, USA, vaks talið á stroymingum frá 1,2 milliónum mánadagin til 46,3 milliónir mikudagin.
Millum mest stroymdu sangir mikudagin vóru "Jolene", "9 to 5", og "Islands in the Stream".
Bøkur hjá Dolly Parton eru eisini vorðnar væl umtóktar seinastu dagarnar. Á bestseljaralistanum hjá Amazon eru bøkur hennara nummar tvey trý og fýra.
Les eisini: Dolly Parton gjørdist 80 ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald