Mentan

Djóradagar verða 20. og 21. mai

Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali verður aftur á skránni seinni í hesum mánaðinum

2023-05-06 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar verður aftur í ár, í døgunum 20. og 21. mai.

– Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í Havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga.Eisini er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær í dagligdegnum, skrivar Ríðingarfelagið í tíðindaskrivi.

Á Djóradøgum verður eisini skipað fyri kaffisølu, og eisini verða hoppiborgir til børnini, umframt at ponyríðing verður á skránni.

– Djóradagar er eitt familjutiltak burturav, og er stuttligt at síggja somu snýðini ár aftaná ár. Tey vaksnu sum fyrstu árini komu við sínum børnum, koma nú við ommu og abbabørnum, umframt at nýggj andlit leggjast afturat á hvørjum ári. Hetta er greitt tekin um, at tá felagið byrjaði hetta tiltak á sinni, hava tey rakt ein tørv sum ikki hevur verið nøktaður áðrenn, skrivar felagið.

– Síðani seinastu Djóradagar, hevur felagið bygt felagshúsið munandi út. Hetta ger, at umstøðurnar til kaffisølu og vesi eru munandi betri enn tær hava verið fyrr, m.a. er tað eitt stórt frambrot at mann nú eisini hevur vesi til rørslutarnaði, hetta er nakað sum saknur hevur verið á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder