Innanlands

Djóradagar byrja í dag

Í dag byrjar afturvendandi tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali

(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

2023-05-20 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag byrja Djóradagar í Havnardali.

Afturvendandi og vælvitjaða tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag byrja klokkan 14.

– Reiðfólkini hava riggað til alla vikuna, og nú teir siga ivaveður seinnapartin hava tey lagt dent á at fáa innandura karmarnir góðar, skrivar Ríðingarfelagið.

– Nýútbygda felagshúsið er stásiligt, og har er dekkað upp til kaffi o.a. Eisini reiðhøllin, ið er heili 60x26 mtr., er gjørd út til at taka móti fólki. Tey flestu djórini eru eisini undir taki, so eingin noyðist at sita heima, skuldi regnið komið.

Djóradagar enda í dag klokkan 18, men hildið verður fram í morgin, sunnudagin frá klokkan 14 til 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder