Innanlands

Djóni má víkja fyri Henriki Old

Løgmaður hevur boðað frá, at hann fyribils tekur ábyrgdina av málsøkjunum til nýtt landsstýrisfólk er valt

Djóni Nolsøe Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Djóni Nolsøe Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-01 13:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú Henrik Old er loystur úr starvi sum landsstýrismaður við samferðslumálum, kann hann aftur taka sæti á Føroya Løgtingi.

Henrik Old varð valdur á ting á seinasta løgtingsvali 1. september 2015 sum sætti valdi á listanum hjá Javnaðarflokkinum við 387 persónligum atkvøðum.

Løgmaður hevur í dag boðað frá, at hann fyribils tekur ábyrgdina av málsøkjunum, sum Henrik Old hevur varðað av, til nýtt landsstýrisfólk verður útnevnt.

Løgtingsfundur verður mikudagin, og um ikki nýtt tingfólk er vald í landsstýrið áðrenn tað, ella um onkur uttantings verður valdur í landsstýrið, so má Djóni Nolsøe Joensen, sum í løtuni situr á uttasta mandati hjá Javnaðarflokkinum, víkja frá sínum sessi fyri at geva tingplássið aftur til Henrik Old.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder