2019-01-10 13:18
            
        
        
                
            Búskaparráðið hevur umskipað seg við nýggjum formanni og nýggjum limi, eftir at Sverri Hansen í heyst valdi at taka seg úr ráðnum.
Djóni Højgaard er nú formaður í Búskaparráðnum, meðan Sigurd Poulsen er valdur sum nýggjur limur í Búskaparráðið. Sigurd hevur drúgvar royndir m.a. sum stjóri í Landsbankanum og á Hagstovuni, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Í Búskaparráðnum eru nú:
- Djóni Højgaard, formaður
 - Ester Hansen
 - Sigurd Poulsen
 
Limirnir í Búskaparráðnum eru settir til 31. des. 2020.
Les eisini: "Verandi samanseting av Búskaparráðnum" orsøkt til, at Sverri Hansen tekur seg úr
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald