Mentan

Dizzy Mizz Lizzy givið avboð til Voxbotn

Høvuðsnavnið á ársins konsertdegi í Vágsbotni kemur ikki kortini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-15 15:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit harmast um, at Dizzy Mizz Lizzy tíverri hevur givið avboð til Voxbotn 2022.

Tað skrivar Voxbotn í fráboðan á Facebook seinnapartin. Danski rokkbólkurin Dizzy Mizz Lizzy er eitt av høvuðsnøvnunum á konsertdegnum, sum verður 25. juni.

- Koronustøðan og nógvu avlýsingarnar og flytingarnar seinastu tvey árini hava havt við sær eitt stórt puslispæl. Tað merkir, at vit tíverri mugu avlýsa konsertina á Voxbotn, skrivar Dizzy Mizz Lizzy á sínari Facebooksíðu.

- Vit vóna at tit skilja støðuna, og vit gleða okkum at koma til Føroya so skjótt tað letur seg gera, sigur rokkbólkurin.

Fyrireikararnir av Voxbotn siga, at tað ber til at fáa endurgjald, um ein ikki ynskir at luttaka á konsertdegnum orsakað av avlýsingini. Hetta kann gerast á heimasíðuni hjá Voxbotn, og freistin er 20. februar.

- Vit gleða okkum tó til enn eitt Voxbotn 2022 brak og fara at kunngera enn fleiri nøvn skjótast gjørligt, siga fyrireikararnir.

Nøvnini sum Voxbotn hevur eftir á plakatuni eru Michael Learns to Rock, Hugorm, Tungewaag, Safir, Rasmusen Hagen og Brimheim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder