Mentan

Dividedminds’25 við Mariu Guttesen

Konsert við føroysk-danska bólkinum verður í Tórsgøtu leygarkvøldið

2026-01-29 09:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við, at ‘The Last Night’ nú er givin út av nýggjum, fer Dividedminds’25 á eina røð av nærverandi konsertum í fýra býum, sum allir hava eitt serliga tilknýti til innspælingarnar av fløguni: Aarhus, Keypmannahavn, Tórshavn og Holstebro. Hetta verða einastu konsertirnar á hesum sinni.

Divided Minds, sum nú arbeiðir undir heitinum dividedminds’25, gav upprunaliga út ‘The Last Night’ í 2004. Fløgan er nú útgivin í einari remasteraðari útgávu, sum eisini fevnir um tvey løg, ið vórðu skrivað stutt eftir upprunaligu útgávuna.

Tutl gav út í oktober 2025 – bæði digitalt og á dupult vinyl. Løgini ‘A Better Today’ og ‘Amazing Girl’ hava verið javnan at hoyra í KvF.

Tónleikurin liggur á markamótinum millum elektroniskan popp, rokk og eina dreymakenda melankoli, har innilig poesi hittir eitt stemningsfult elektroniskt ljóðlandslag.

“Tað er okkurt í ljóðmyndini, tekstunum, løgunum, sanginum og handfaringini av ljóðførunum, sum elvir til, at vit fáa hug at lurta.” – Ivan Rod, Gaffa

Dividedminds’25 eru:

  • Maria Guttesen – sangur, klaver og stump box.
  • Stephen Nørrelykke – klaver, gittar, kór, beats
  • Henrik Lynbech – orgul, synth, kór

Konsertin í Havn verður leygardagin 31. januar klokkan 20 í Reinsarínum í Tórsgøtu. Prísur: 160 krónur. Atgongumerki kunnu kjeypast á heimasíðuni www.torsgota.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder