Innanlands

Deyðsfall skal kannast nærri

Ungur maður funnin lívleysur í gjárkvøldið

2021-05-03 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað er ikki tí, at vit kunnu staðfesta at nakað álvarsligt er farið fram, men tá ein so ungur maður doyr í slíkum umstøðun, so skal málið kannast væl og virðiliga.

Soleiðis sigur vaktleiðarin hjá løgregluni eftir at ein ungur maður doyði í gjárkvøldið.

Maðurin var funnin lívleysur uttan fyri bústað sín um hálvgun sjey tíðina í gjárkvøldið. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har læknarnir arbeiddu upp á at fáa lív í mannin aftur, men tað lukkaðist ikki, og hann var síðani staðfestur at vera deyður.

- Vit kunnu ikki siga annað, enn at talan er um ein ungan mann í tríatiárunum, og at hann varð funnin í norðurøkinum, sigur vaktleiðarin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder