Mentan

Det Ferösche Compagnie á pall í London í kvøld

Føroysk leiklistasøga verður skrivað, tá leikbólkurin framførir á einum av størstu mentanarmiðdeplunum í heiminum - The Barbican

Det Ferösche Compagnie skal framføra í kenda Barbican næstu fýra dagarnar og ætla at koma við

Det Ferösche Compagnie skal framføra í kenda Barbican næstu fýra dagarnar og ætla at koma við "nógvari føroyskari gleði"

2024-02-28 10:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld, mikudagin 28. februar, verður føroysk leiklistasøga skrivað, tá føroyskur leikbólkur fer á pall á ein av størstu mentanarmiðdeplunum í heiminum.

Klokkan 19.45 fer Det Ferösche Compagnie á pall við leikinum Lykkenborg, sum uttanlanda ber enska heitið Castle of Joy. Tað verður fyri fullum sali á The Barbican 

Viðurkend leiklistafólk vera millum áskoðarnar og fleiri av stóru ensku miðlunum fara at umrøða leikin. Bridget Escolme, professor of Theatre and Performance frá Queen Mary University, London, fer at gera samrøðu við limirnar í Det Ferösche Compagnie eftir leikin.

Eftir frumsýningina skipar føroyska sendistovan í London fyri einari receptión á The Barbican. Føroysku framsýningarnar vera á skránni í risastóra The Barbican allar dagarnar til og við leygardagin 2. februar.

Í samband við sýningina hava bretsku miðlarnir gjørt samrøðu vid Búa Dam, leikstjóra, og Sámal Blak, pall- og búnasniðgeva. Har tosa teir millum annað um at skapa nakað serstakt við í Føroyum og taka tað allan vegin til London, og at  Ferösche Compagnie fer at koma við "føroyskari gleði"

Greinarnar kunnu lesast niðanfyri: 
Cafe Europa - Small Islands
everything-theatre.co.uk
theatreweekly.com


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder