Innanlands

Demensdepilin á Tjarnargarði tikin í nýstlu

Hetta er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Talan er um sjey nýggj umlættingarpláss, og fólk flyta inn í næstum

Heðin Mortensen saman við leiðaranum, Dianu P. Strøm (Mynd: torshavn.fo)

Heðin Mortensen saman við leiðaranum, Dianu P. Strøm (Mynd: torshavn.fo)

2021-04-16 20:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag var serligur dagur á Tjarnargarði, tí Demensdepilin varð tikin í nýstlu seinnapartin. Hetta er tann fyrsti av slínum slagi í Føroyum.

Við út- og umbyggingini, sum byrjaði fyri beint yvir trimum árum síðani, eru tænasturnar til fólk, har minnið er farið at bila, savnaðar á Tjarnargarði. 

- Nú verða 7 nýggj umlættingarpláss, betri umstøður til venjingar og dagtilhald, nýggjur ídnaðarkøkur er settur upp - og báðir høvuðsbygningarnir samanbundnir. Øll ovara hædd er gjørd av nýggjum, og fleiri fermetrar eru sostatt til venjingar og dagtilhald. Og fólk flyta inn í næstum. Sostatt eru vit komin hartil, at dreymurin um at gera ein demensdepil, sum nøktar tørvin hjá teimum demensraktu á einum stað, er vorðin veruleiki. At borgarar kunnu fáa dag- og kvøldtilhald, vikuskiftistilboð, umlætting, venjingar- og búpláss á sama stað, er heilt einastandandi. Tænastan verður fleksiblari og tilboðini kunnu skrúvast saman eftir tørvi.

Soleiðis segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari seinnapartin.

- Endamálið við demensdeplinum er at veita eitt slóðbrótandi, tvørfakligt heildartilboð til borgarar við demenssjúku á øllum stigum í sjúkugongdini. Talan er um búpláss, stuttíðarpláss, virkis- og venjingartilboð eins og ráðgeving. Arbeitt verður við heilsufremjan, fyribyrgjan, endurmenning (rehabilitering) og sjúkrarøktarfakligum átøkum, sum stuðla undir eitt virkið og innihaldsríkt lív

Hetta skrivaði Tórshavnar kommuna í samband við, at Diana P. Strøm varð sett í starv sum leiðari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder