Innanlands

Dekostovan einasta fyritøka í Føroyum sum kann framleiða heimskortið

Hava gjørt avtalu við HarperCollins Publishers, sum eigur rættindini til heimskortið

2019-01-29 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dekostovan hevur gjørt avtalu við heimsins næst størsta forlag, amerikanska felagið HarperCollins Publishers, um at framleiða teirra heimsatlas í Føroyum, sum veggja- ella gólvkort.

HarperCollins Publishers eigur upphavsrættin til heimsatlassið, sum tey í felag við Birgir Kruse á Námi mentu fyri nøkrum árum síðani, og sum Nám tá útgav sum bók. Nú hava Sendistovan og Dekostovan gjørt avtalu við altjóða forlagið um, at Dekostovan, sum einasta fyritøka í Føroyum, fær rættindini til at framleiða heimskortið‚ í Føroyum‚ til føroyska marknaðin.

HarperCollins Publishers hevur, í síni meira enn 200 ára longu søgu, ment seg til eina fyritøku, sum gevur meira enn 10.000 bøkur út árliga á 17 málum. Her heima kenna vit bøkurnar hjá Dickens, J.F. Kennedy, Mark Twain v.fl. sum HarperCollins hevur givið út.

Christian Nagata sigur, at á Dekostovuni eru tey sera spent til samstarvið, sum hevur við sær, at felagið kann veita heimsatlassið sum veggjaprýði til fundarhøli, skrivstovur, skúlastovur, framleiðsluhøli, sølustøð v.m. hjá fyritøkum, stovnum eins og heima privat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder