
Í døgunum frá 23. til og við 26. oktobur sýna donsku listakvinnurnar Marianne Lindberg Jepsen og Marianne Bastholm Schmidt fram grafikk á verkstaðnum hjá ListGraFo í kjallaranum Finsen í Havn.
Øll eru vælkomin inn á gólvið at síggja framsýningina og heilsa uppá tær báar listakvinnurnar sum seinastu tíðina, hava búleikast í Kambans Húsi og arbeitt á verkstaðnum hjá í Finsen.
Fernisering er hósdagin klokkan 16 til 18. Síðan er framsýingin opin fríggjadagin frá kl. 13 til 18, og leygardagin og sunnudagin frá 13 til 16.
Marianne Lindberg Jepsen sigur soleiðis:
At úttrykkja meg grafiskt og brúka prenttøkni hevur mín stóra áhuga. Eg arbeiði serliga við litografi, collografi, etsing og blandaðum miðlum. Sum limur í Fyns Grafiske Værksted havi eg møguleika fyri at arbeiða á henda hátt við míni list. Hartil kemur, at tekning, kollasja og málarí eisini hevur stóran týdning fyri mítt listarliga virki.
Eg finni myndevni í gerandisbrotum og lívsins smálutum. Mítt fokue er náttúran, menniskjað og samspælið, felagsskapurin og samanhaldið, ið stingur seg upp millum livandi verur og verur av ymiskum uppruna. Úttrykkið sveiggjar millum tað veruliga og tað surrealistiska.
Marianne Bastholm Schmidt sigur soleiðis:
Mær dámar at gera myndir. At skapa, tá hendur og heili arbeiða saman, er ein stór gleði fyri meg. Av tí at nógv handverk er í grafikki, kemur ofta rætta blandingin av hond, hjarta, intuitión og ætlan upp.
Kollografi, koparprent, træskurður og linoleum eru mínir yndis grafisku teknikkir. Eg máli eisini við akryli og vatnlitum. Arbeiði bæði í egnum atelieri í Randers og í Fyns Grafiske Værksted.
Fremsta evni mítt er “Dirvi og mildleiki”. At hevi áhuga í at kanna hvussu ein kann vera í heiminum og leggja eftir seg uttan at verða hørð. Hvussu kann ein ávirka á ein mjúkan máta? Og hvat er styrki veruliga?
Íblásturin finst ofta í náttúruni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald