placeholder
Uttanlands

Danska sjóverjan skrúvar upp fyri virkseminum í Arktis

Verjan kring Føroyar skal eisini styrkjast, sigur danski verjumoalaráðharrin

Trine Bramsen, verjumálaráðharri (Mynd: EPA)

Trine Bramsen, verjumálaráðharri (Mynd: EPA)

2019-08-23 12:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð hevur danska stjóverjan í løtuni tvey krígsskip í grønlendskum sjógvi. Fregattin Peter Willemoes venur serlig arktiskt virksemi millum ísfjøll og ísflakar saman viðstuðulsskipinum, Absalon, skrivar Danmarks Radio.

Sjóverjan hevur skrúvað upp fyri virkseminum í norðasta parti av kontsríkinum, og sambært nýggja sosialdemokratiska verjumálaráðharranum, Trine Bramsen, skal virksemið økjast enn meira.

- Vit hava fingið fleiri skip í økinum, og menningin sær bert út til at ganga ein veg. Og tað krevur, at vit eru meira til staðar. Hóttanarmyndin og menningin, sum veðurlagsbroytingarnar geva, krevja at vit eru meira til staðar í økinum, sigur hon.

Vanliga eru tað sjóverjuskip í sokallaða Knud Rasmussen-flokkinum, sum skiftivís sigla í grønlendskum og føroyskum sjógvi. Hetta eru skip, bygd til fiskiveiðieftirlit og bjarging á sjónum.

Men nú er 137 metra langa stuðulsskipið Absalon eisini farið í grønlendskan sjógv. Hetta skipið hevur, mótsatt patrúljuskipunum, møguleika at hava bæði rakettir, kanónir og tvær tyrlur umborð umframt nógv betri og sterkariradarar.

Stóru skipini eru send til Grønlands, tí verjumálaráðið fyrr hevur mælt til at eftirlitið við Grønland verður styrkt.

Fyri at knýta Grønland og artiska økið tættari at verjuni annars, so er verjumálaráðið farið undir eitt tiltak, sum skal fáa fleiri grønlendingar at knýta seg til donsku verjuna.

- Vit vita, at tað hevur stóran týdning, tá sjóvarjan virkar í Grønlandi, at tað er kunnleiki til sjóøkini. Tí eru øll áhuga í, at ungir grønlendarar fáa áhuga at vera við í donsku verjuni, sigur Trine Bramsen við dr.dk.

Danska fólkatingið samtykti í januar í ár eina eykajáttan á 1,5 milliardir krónur at brúka til at útbúgvingarætlanina.

Danska verjan hevur merkt størri áhuga fyri Arktis og Grønlandi frá bæði Kina, Russlandi og USA hesi seinastu árini. USA hevur júst havt rakett-oyðaran USS Gravely á vitjan í grønlendskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder