Næstan 50 føroysk ung fara á pallin, tá DansiEksperimentið 2025 verður sýnt tvær ferðir leygardagin 1. november í Hátúni hjá Tórshavnar Musikkskúla.
DansiEksperimentið savnar føroyskar og útlendskar yrkisdansarar og -koreografar, umframt ágrýtnar, ungar áhugadansarar, og soleiðis er DansiEksperimentið fyri øll. Saman eru øll hesi ungu við at pallseta eina yrkisliga dansiframførslu, ið hevur nógv ymiskt at bjóða áskoðaranum.
Í ár verður DansiEksperimentið fyriskipað í samstarvi við Tórshavnar Musikkskúla, og úrslitið verður ein serlig framførsla, har dansur og livandi tónleikur renna saman í eina heild.
Ungir tónleikarar og dansarar skulu á pallin, og eisini verða fleiri føroyskir og útlendskir yrkisdansarar við.
Í ár verða almennu framførslurnar leygardagin 1. november klokkan 15 og klokkan 18 í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald