Uttanlands

Danmark: Øll uttanfyri lívsvanda eftir tokóhapp

17 fólk vórðu særd hósmorgunin, tá tey tok rendu saman, harav fimm vóru álvarsliga løstað, men tey eru nú uttanfyri lívsvanda, verður upplýst

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-04-24 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øll tey, sum vórðu særd í tokóhappinum í Norðursælandi hósmorgunin eru uttanfyri lívsvanda.

17 fólk vórðu særd, harav fimm vórðu álvarsliga løstað. Men tey fimm eru nú uttanfyri lívsvanda, sigur yvirlækni við TV2.

Tað merkir tó ikki, at tey ikki eru álvarsliga løstað og framvegis hava tørv á viðgerð, verður lagt afturat.

Tað var í gjár stutt fyri klokkan 5.30 føroyska tíð, at boðað varð frá, at tvey tok vóru rend saman norðanfyri Hillerød.

Millum tey, sum vórðu særd í samanstoytinum vóru tokførararnir í báðum tokunum, skrivar Ritzau.

Orsøkin til óhappið er enn ikki greið og verður framvegis kannað.

Væntandi verður tokferðslan í økinum ávirkað fram til leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder