Uttanlands

Danmark: Løgreglan noyddist at steðga brúðarveitslu í Odense

Allar veitslur, sum ikki verða hildnar í privatum heimum skulu vera lidnar klokkan 22 – Verður hetta ikki yvirhildið, kann ein vænta sær stóra bót

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-27 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt mátti løgreglan á Fjóni steðga eini brúðarveitslu á einum gistingarhúsi í Odense.

Í Danmark skulu skeinkistøð og matstovur steingja í seinasta lagi klokkan 22, og tá skulu allar veitslur eisini verða lidnar, undantikið tær, sum verða hildnar í privatum heimum. Eisini er bannað at savnast fleiri enn 50 fólk, eisini til privatar veitslur.

Les eisini: Danmark leingir koronaavmarkingarnar í tvær vikur

Endamálið við hesum reglum er at steðga smittuspjaðingini, og hetta var júst orsøkin til, at løgreglan mátti steðga eini brúðarveitslu í Odense í nátt.

Í veitsluni vóru ikki fleiri enn 50 fólk, men klokkan tjúgu minuttir í eitt danska tíð var veitslan enn ikki liðug, og tí mátti løgreglan leggja seg uppí.

Brot á nýggju reglurnar verður revsað við bót. Sambært Ritzau er upphæddin 10.000 krónur, um talan er um fyrstu ferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder