Innanlands

Danmark: Koronutiltøkini halda fram allan februarmánað

Orsøkin er serliga bretska frábrigdið

Mette Frederiksen (Savnsmynd: EPA)

Mette Frederiksen (Savnsmynd: EPA)

2021-01-28 22:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hørðu koronutiltøkini í Danmark eru longd til 28. februar. Tað kunngjørdi Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri á tíðindafundi í kvøld.

Orsøkin er serliga bretska frábrigdið.

- Vit hava sæð hvussu skjótt vit kunnu missa tamarhald á nýggja frábrigdinum. Tí kunnu vit ikki slaka í tiltøkunum. Eiisni tá fleiri eru koppsett, mugu vit vera varlig, segði Mette Frederiksen.

Longdu tiltøkini merkja millum annað at handlar framvegis ikki kunnu hava opið. Eitt nú hárfríðkanarstovur kunnu heldur ikki lata upp. Matstovur og kaffistovur kunnu bara veita mat út við, og bara fimm kunnu savnast.

Lesandi á universitetinum, miðnámsskúlum og øðrum umframt elstu næmingarnir í fólkaskúlanum sleppa heldur ikki til undirvísing til í endanum av februar.

Hinvegin er møguligt at yngstu flokkarnir í fólkaskúlanum fara í skúla áðrenn 28. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder