Lars Løkke Rasmussen, formaður í flokkinum Moderaterne, Lars Løkke Rasmussen,setir nú krøv til samráðingarleiðaran, Mette Frederiksen, um at víðka núverandi samgongusamráðingarnar til eisini at umfata borgarligu flokkarnar Venstre og tey konservativu.
Tað vísir seg at vera rættiliga nógv truplari at skipa stjórn í Danmark eftir fólkatingsvalið.
Men nú setir Lars Løkke Rasmussen stólin í hurðina og sigur, at hann ikki ætlar at luttaka á fleiri samráðingarfundum við Mette Frederiksen við borðendan, so leingi hesir borgarligu flokkarnir ikki eru við.
Hetta hendir eftir at hann hevur fingið eini boð frá formanninum í fyrrverandi flokki sínum, vinstraformanninum Troels Lund Poulsen, sum sigur seg vera til reiðar at tosa um at finna fram til ein skynsaman fíggjarpolitikk. Venstre, sum var partur av fráfarandi stjórnini hjá Mette Frederiksen saman við Moderaterne, boðaði annars frá, at flokkurin ikki ynskti at halda fram í stjórn við Mette Frederiksen sum statsministara.
Fólkatingið varð sett í dag, 12. yrkadagin eftir fólkatingsvalið. Í Danmark er tað ikki elsta tingfólk, men tann, ið hevur sitið longst, sum setir nývalda fólkatingið. Tí var tað Lars Løkke Rasmussen, ið hevur verið valdur á fólkating í 32 ár, sum setti tingfundin.
Forfólkaval var eisini á skránni, men av tí at stjórnarsamráðingarnar so at siga ongan veg eru komnar enn, so var talan um at velja eitt fyribils forfólk. Og tað gjørdist Søren Gade úr Venstre sum heldur fram í formanssessinum, nú sum fyribils formaður.
Týsdagin hittist fólkatingið aftur, tá fyri at góðkenna fólkatingsvalið. Og tá verður aftur forfólkaval á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald