Uttanlands

Danmark fyrireikaði seg til amerikanskt álop

Donsk herfólk, sum vóru send til Grønlands høvdu eitt nú spreingievni við, sum kundu oyðileggja flogvallirnar í Nuuk og Kangerlussuaq

Danski herurin brynjaði seg til amerikanskt álop á Grønland tá herfólk vórðu send til Grønlands í januar, eitt nú við flogførum hjá Atlantsflogi (Mynd: EPA)

Danski herurin brynjaði seg til amerikanskt álop á Grønland tá herfólk vórðu send til Grønlands í januar, eitt nú við flogførum hjá Atlantsflogi (Mynd: EPA)

2026-03-19 09:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski herurin gjørdi seg í januar til reiðar at oyðileggja lendingarbreytingar á floghavnunum í Nuuk og Kangerlussuaq fyri at verja seg móti einum møguligum amerikanskum álopi á Grønland.

Tað skrivar Danmarks Radio frá keldum í donsku stjórnini, leiðandi herovastum og fregnartænastukeldum í Danmark, Fraklandi og Týsklandi.

Herfólkini, sum vórðu send til Grønlands høvdu neyðuga spreingievnið við sær. Endamálið var at oyðileggja lendingarbreytingar, um amerikanski forsetin, Donald Trump, í ringasta føri fór setti sær fyri at taka Grønland við hermegi.

Herfólkini høvdu eisini blóð við sær úr donskum blóðbankum so at møguliga særd fólk í stríðnum kundu viðgerast.

Sambært DR byggja tíðindini á 12 ónavngivnar keldur. Ongar av keldunum hava tó konkret prógv fyri álopsætlanum, men fleiri óttaðust í januar fyri, at USA kundi finna upp á at leypa á nær tað skuldi vera.

Keldurnar meta, at støðan viðvíkjandi Grønlandi framvegis eru spentar, og at tey ikki kunnu annað enn at úttala seg ónavngivið, skrivar DR.

Samstundis siga keldurnar, at Danmark betraði síni viðurskifti við evropeisku sameindu sínar orsaka av hesi kreppuni.

Stutt eftir at Donald Trump varð valdur til forseta, leitaði Danmark sær politiskan stuðul frá Fraklandi, Týsklandi og norðurlondum fyri at skapa eina breiða evropeiska semju um verjuna av ríkisfelagsskapinum.

Danmark vildi á henda hátt sleppa undan at støðan millum Danmark og USA gjørdist verri samstundis sum Danmark ikki var sinnað at gevaseg, um tað skuldi komið eitt amerikanskt álop, siga fleiri av keldunum.

- Politiska leiðslan, verjan og trygdarskipanin í Danmark settu sær fyri at ‘spæla spælið’, sigur ein franskur embætismaður.

Frakland og fleiri onnur evropeisk Nato-lond sendu í januar herfólk til Grønlands.

Svøríki, Noreg, Týskland, Bretland, Niðurlond, Finnland, Belgia og Frakland sendu eitt ella fleiri herfólk yvir.

- Vit vóru sinnað at gera næstan alt, sum Danmark bað um, sigur franski embætismaðurin við DR, sambært samandrátti hjá Ritzau tíðindastovuni.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder