
Retorikkurin hjá donsku stjórnini við Mette Frederiksen á odda hevur í eina tíð verið, at hóttarnir fyri friðin í Danmark og vesturheiminum sum heild ikki eru so langt burtur.
Hetta varð eisini staðfest í dag, tá forsætisráðfrúan hevï tíðindafund
- Russland "testar" okkum og okkara samanhald. Tað er als ikki ósannlíkt, at Russland innan tvey ár kann leypa á NATO-lond og millum annað í Eystara salti. Og tað verður ein hóttan fyri okkum leingi - Tíverri.
Tað snýr seg tískil at standa ímóti, sigur Mette Frederiksen, og tað eru ikki hissini ætlanir, sum danska stjórnin legði fram.
- Hetta er ein broyting í hugsarnarháttinum um okkara verju. Og ein avgerð tykin bygt á prinsippir.
Danmark skal á fyrstu sinni byggja ein hernaðarkapasitet upp, sum millum annað byggir á tað, sum verður nevnt "langtrækkende præcisionsvåben". Tað eru nøkur serstøk vápn, sum røkka langt og sum eisini kunnu til álop og mótálop eisini.
Verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen (V) sigur, at her er bæði talan um ymiskar rakettir og dronur.
Viðmerkjarar, sendifólk og onnur staðfesta, at hetta eru nýggjar tíðir: Danmark fer ikki bert at sita á hondunum - landið skal í størri mun hava neyðugu tilbúgvingina, um verulig álop koma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald