
Tey vilja ikki koma við alt ov mongum smálutum, men eftir ein fund í uttanríkispolitsku nevnds Fólkatingsins, er endalig avgerð tikin um, at Danmark fer at senda meira neyðhjálp til Gaza.
Um loyvi fæst til tess, verður tað gjørt á ein ógvuliga beinleiðis hátt: Eitt Hercules C-130J hernaðarflogfar skal flúgva yvir krígsrakta økið og sleppa neyðhjálp niður.
Sambært Lars Løkke Rasmussen er tað ein betri framferðarháttur enn tann undanfarni, hóast tað heldur ikki er best hóskandi :
- Tað er eitt sindur sum at kasta ein dropa í havið. Men tað er betri at kasta ein dropa í havið, enn at havið tornar heilt, staðfestir uttanríkisráðharrin fyri donskum miðlum.
Løkke vísir á, at tað besta hevði verið at Ísrael gav atongd til neyðhjálp uttan forðingar, og at tað hevði komi við lastbilum - tað er í løtuni eitt "kríggj um søguna" í gongd, har Ísrael eisini peikar eftir Hamas í hesum førinum.
Hetta burdi tó gjørt mun, sigur danski uttanríkisráðharrin.
Ætlanin er at sleppa neyðhjálp niður eina ferð ella tvær ferðir innan teir næstu tíggju dagarnar. Tað er tó ikki greitt, um tað fer at bera til: Lars Løkke Rasmussen staðfestir, at Ísrael skal geva atgongd til luftrúmið.
Fleiri stjórnir í vesturheiminum fara eftir ætlan at leggja størri trýst á Ísrael, og Danmark hevur sum áheitan til Ísrael um at halda seg frá at fara á hernaðarligan hátt inn í Gaza bý; eisini at lata vera við at forða fyri neyðhjálp og at fara í samráðingar um eina langtíðarloysn fyri økið.
Sambært TV2 vórðu støðan í Ukraina og fundurin millum Trump og Putin eisini á bredanum á Christiansborg í dag.
Dagført: 13.16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald