placeholder
Innanlands

Dánjal Jákup Meinertsson nýggjur leiðari í Klaksvík

Hann tók við sum leiðari fyri maskin- og teknisku deild á sjúkrahúsinum 1. september, Hetta fyri Regin M. Olsen, sum var í starvinum í 40 ár.

Dánjal Jákup Meinertsson hevur seinastu árini starvast hjá Landsverki, har hann hevur samskipað tekniskt viðlíkahald og orkuumlegging av landsins bygningum (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

Dánjal Jákup Meinertsson hevur seinastu árini starvast hjá Landsverki, har hann hevur samskipað tekniskt viðlíkahald og orkuumlegging av landsins bygningum (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

2026-09-08 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir trúgva tænastu í 40 ár, hevur Regin Meyer Olsen takkað fyri seg á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Har hevur klaksvíkingurin - við stórum trúfesti og fakligum førleika verið ein týðandi partur av rakstrinum á sjúkrahúsinum, har hann hevur staðið á odda fyri maskin- og tekniskudeild.

[object Object]
Regin Meyer Olsen (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

Avloysarin byrjaði í starvinum fyri einari viku síðani, 1. september.

Talan er um Dánjal Jákup Meinertsson, sum í síðstu viku tók við sum leiðari fyri maskin- og teknisku deild.

Klaksvíkar Sjúkrahús skrivar, at Dánjal Jákup hevur drúgvar royndir sum maskinstjóri á stórum frálandaskipum. Dánjal Jákup Meinertsson hevur seinastu árini starvast hjá Landsverki, har hann hevur samskipað tekniskt viðlíkahald og orkuumlegging av landsins bygningum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder