
Bergholið til Dals letur ikki upp í hesum árinum.
Hetta staðfestir Sigurð Ó Vang fyri Kringvarpinum.
Verkætlanarleiðarin hjá Landsverkið sigur, at tað mesta verður liðugt í 2025, men at el-og trygdarverkætlanin fer nakað inn í 2026.
Hesin parturin verður boðin út innan næstu vikurnar. Síðani byrjar arbeiðið við el og trygd eftir ætlan í vetur.
Í vár metti Landsverk annars, at Dalstunnilin fór at verða liðugt í ár. Sigurð Ó. Vang metir nú, at arbeiðið verður liðugt tíðliga í øðrum ársfjórðingi í 2026.
Fíggjarætlanin á umleið 170 millión fer at halda, er metingin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald