Í nátt vórðu ársins Grammy-heiðurslønir handaðar í amereikanska stórbýnum Los Angeles, og millum vinnararnar var andaligi leiðarin í Tibet, Dalai Lama.
90 ára gamli buddhisturin skrivar á sosiala miðilin X, at hann er takksamur fyri heiðurslønina, sum hann fekk fyri upplesing av ljóðbók sínari "Meditations: The Reflections of his Holiness the Dalai Lama".
– Eg taki ímóti hesu viðurkenning við takksemi og eyðmýkt. Eg síggi tað ikki sum nakað persónligt men sum ein viðurkenning av okkata felags ábyrgd.
Dalai Lama skrivar eisini, at friður, samkensla og umsorgan fyri umhvørvið er ein fyritreyt fyri, at fólkið í heiminum kann trívast.
– Eg eri takksamur fyri, at henda Grammy-viðurkenning kann hjálpa við at breiða hesar boðskapir, skrivar hann.
Andaligi leiðarin, sum býr í útlegd í India, var ikki sjálvur til staðar til handanina av Grammy-heiðuslønunum. Tað var kanadisk-amerikanski tónleikarin Rufus Wainwright, sum hevur givið ískoyti til ljóðbókina, sum tók ímóti heiðurslønini, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald