Kendi Dagur og viku-verturin og journalisturin í Kringvarpi Føroya, John Johannesen hevur alment greitt frá, at hann varð álopin í náttarlívinum síðsta vikuskiftið, tí hann er samkyndur.
Men nú skrivar Frihedsbrevet, at tveir persónar hava meldað John Johannesen fyri at vera ov nærgangandi móti sær hetta sama náttina.
Frihedsbrevet, sum hevur fingið innlit í skrásetingarnar hjá løgregluni hesa náttina, skrivar, at John Johannesen er meldaður fyri blúnisbrot, tí hann á dansigólvinum í Blábarr skal hava nortið við skrevið.
John Johannesen endaði so á sjúkrahúsinum hetta kvøldið, og hann sigur við miðilin, at tað er skjalfest, at hann fekk rivu í pannuna, skallabrot og heilaskjálvta av álopinum hesa náttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald