Innanlands

Dagsstovnurin Hans Andrias Djurhuus

Dagstovnurin við Landavegin í Havn broytti navn í gjár

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-10-21 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var móttøka í samband við at Dagstovnurin á Landavegnum broytir navn til "Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus".

Heðin Mortensen, borgarstjóri og Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini, vóru við til hátíðarhaldið, og fingu teir heiðurin, at avdúka nýggja stovnsnavnið, nýggja búmerki og nýggju nøvnini á stovunum.

Nógv fólk var komið saman til hesa hátíðarløtuna, og bæði starvsfólk, foreldur og børn vóru spent. Hátíðarhaldið byrjaði við at Jens Marni Hansen sang, og harnæst bjóðaði Steinbjørn Viggoson Olsen stovnsleiðari vælkomin, til navnaskiftið og hugnaløtuna hjá dagstovninum.

Síðani var borgarstjórin Heðin Mortensen boðin at siga nøkur orð. Í røðu síni legði Heðin Mortensen fyri við at lýsa, hvussu vakurt og væl Hans Andrias Djurhuus kundi yrkja, eitt nú í flaggsanginum.

Eftir røðuna hjá borgarstjóranum, fekk Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, høvið til at halda røðu, áðrenn hann avdúkaði nýggju nøvnini á teimum einstøku stovunum

Eftir røðuna avdúkaði Annfinn Brekkstein nýggju stovu-nøvnini á dagstovninum. Og vóru allar stovurnar navngivnar við íblástri úr kendum barnarímum og sangum eftir Hans Andrias Djurhuus:

Snjósóljan broytir navn til “Marinarstova” (Lítla Marin fekk frá mammu síni)

Gullsóljan broytir navn til “Klæmintsstova” (Veturin kom við kulda og kava)

Tjarnarsóljan broytir navn til “Elsustova” (Lítla Elsa fekk frá mammu síni eina dukku)

Dreymsóljan broytir navn til “Onnustova” (Drívur døgg um døkka grund)

Sóljan broytir navn til “Glæman” (Meg minnist eina mynd)

Miðrúmið eitur framyvir "Bábylon" (Kongaríki í Bábylon)

Og starvsfólkarúmið eitur "Áarstova", uppkallað eftir barnaheiminum hjá Hans Andriasi.

Sum tað seinasta á skranni, kundi Heðin Mortensen borgarstjóri avdúka nýggja búmerkið og nýggja navnið hjá Dagstovninum. Og børnini vóru, sum vera man, øgiliga spent.

Tað er Sasho Bjartsson sum hevur sniðgivið nýggja búmerkið hjá Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus. 

[object Object]Frá vinstru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Sasho Bjartsson, ið hevur sniðgivið búmerkið, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, og Steinbjørn Viggoson Olsen, stovnsleiðari (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Fleiri myndir og røðurnar hjá Heðini Mortensen og Annfinni Brekkstein á heimasíðuni hjá kommununi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder