Mentan

D-A-D á pall á Viðareiði í summar

Norðfestivalurin kann nú avdúka, at kendi danski rokkbólkurin D-A-D verður eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum næsta summar

2025-11-21 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í summar verður møguleiki at hoyra kenda danska rokkbólkin D-A-D í náttúruvakra umhvørvinum á Viðareiði. Festivalgestirnir kunnu gleða seg til at hoyra stórhitt sum Sleeping My Day Away og Laugh ’n’ a ½ á Norð festivalinum 2026.

D-A-D hátíðarhelt í fjør 40 ára stovningardag. Í ár hevur bólkurin verið á konsertferð í Danmark og kring Evropa, har teir bæði spældu nýggj løg og góðu gomlu klassikararnar, og formurin hjá bólkinum er í topp.

- Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa eitt so stórt navn sum D-A-D á festivalin. Hetta er ein bólkur, sum flestu føroyingar kenna, og vit vænta okkum eina framførslu, sum fer at fáa alt festivaløkið at kóka, sigur Jógvan Heinesen, fyriskipari av Norð festivalinum.

Forsølan til Norð festivalin er byrjað, og næstu tíðina fer festivalurin at kunngerða fleiri nøvn, sum kunnu upplivast Norð festivalinum.

Hetta verður fjórðu ferð, at Norð festivalurin verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder