
Eftir 12 ár, har festivalurin varðisliga hevur følt seg fram fyri at finna eina legu, sær nú út til Sørvágs Country- og Bluesfestivalur hevur funnið seg sjálvan.
Hugnaligi festivalurin á stadionøkinum á Dungasandi, í gomlu einaferð rættiliga ramponeraðu Dansistovuni, og miðbýarøkinum á Stakka, hevur støðugt ment og betrað seg, so at økið og kringumstøðurnar nú eru rættiliga væleydnaðar.
Countryfestivalurin er líka sum í tveimum, fyri ikki at siga trimum. Eitt er tónleikurin, annað er kampingvagnatreffið, sum helst er tað størsta av sínum slag, sum kemur fyri ár eftir ár, og í triðja lagi er tað ársins bygdaball í Sørvági, altso vikuskiftið, har sørvingar lata heim síni upp fyri vinum og kenningum.
Um kampingvagnatreffið er at siga, at fólk hugna sær glæsiliga í hesum smáu eykaheimunum, sum tey hava sleipandi eftir sær kring Føroyar. Hesi koma trúliga, tá countryfestivalur er, men eg havi ein varhuga av, at tað er líka mikið hvørji tónleikanøvn koma á skránna – hesi fólk koma allíkavæl, bara onkur tóneikur er, sum er hóskandi at dansa til og syngja afturvið.
Chapel Hart – á veg upp
Tónleikaliga hava ambisjónirnar ikki veri ovurstórar. Tvey útlendsk høvuðsnøvn, eitt til hvørt kvøldið, helst, men ikki neyðvendugvís, úr Amerika.
Higartil hava nøvnini ikki veri frá teimum ovstu hyllunum. Kendastu nøvnini hava verið tey, sum hava verið beiggi ella børn hjá onkrari farnari countrystjørnu.
Í ár hevði festivalurin fingin fatur í einum navni, sum er á veg uppeftir. Kvinnutrio’ina Chapel Hart úr Poplarville í Mississippi.
Spenningurin at hoyra hesar up-and-coming-sangararnar var rættiliga stórur.
Davyn høvuðsprestur
Og sigast má at tær tríggjar livdu upp til væntanirnar – og reiðiliga tað. Framførsla teirra var eitt ferðmikið show, við góðum countruy, rokki, kryddað við framúr góðum vokalum. Onkuntíð kendu vit okkum, sum vit vóru komin inn í eina babtistakirkju sunnarlaga í Mississippi, har tær tríggjar sungu fyri, og vit onnur vóru gospelkór. Tað var ein framúr frálík uppliving.
Stóra kvinnan í miðjuni Davyn Hart, var høvuðsprestur. Tað var hon, sum hevði orðið fyri tað mesta, og tað vóru eisini fleiri, sum hildu at hon tosaði/prædikaði ov nógv. Tær skuldu kanska heldur sungið eitt sindur meira.
Tá eg sigi prædika og sammeti løtuna við eina suðurstats babtistakirkju, so var tað ikki so nógv prædikan í gudiligum týdningi. Boðskapurin var meira, at tú skalt trúgva upp á teg sjálva/n, at tú kanst sjálv/ur hóast onnur siga tað øvugta og víðari eftir tí tangentinum, og so ikki minst um kærleika – love goes around and ‘round. Sannførandi, tað var tað.
Hóast henda Devyn Hart skrivar nógvar frálíkar sangir sjálv, so vóru tað ikki so heilt nógvir av teirra egnu sangum, sum vórðu framførdir á Dungasandi.
Reint girl-power
Rættiliga óvæntað byrjaðu tær við “The Chain” hjá Fleetwood Mac frá Rumour-plátuni frá 1977, ein sangur, sum rættiliga hevur fingið eitt revival í seinastuni. Og har vóru onnur tøkuløg, sum tær megnaðu at taka eigaraskap í við teirra framførslu, “Any Man of Mine” til dømis hjá Shania Twain og “Heart like a Truck” hjá Laney Wilson. Girl power við lít.
Gevst ikki at trúgva
Og so móti endanum aftan á prædikuna um at trúgva upp á seg sjálvan, so lupu tær út í sjálvan "Don't stop Believing” hjá gomlu rokkarunum Journey – eisini eitt óvæntað sangval, men tað riggaði framúr.
Og tá tær vórðu klappaðar inn, og Devyn Hart kom berføtt á pallin, tí hon ikki orkaði at vera longur í cowboystúvlunum, lat hon pallin yvir til systkinabarnið, Trea Swindle, “Miss Trea”, sum hon var kallað, og so góvu tær eitt drønandi rokknummar – “Life is a Highway” hjá Rascal Flats, eisini eitt óvæntað sangval at enda við.
Áðrenn tað høvdu tær, sum sagt sungið nakrar av teirra egnu sangum. Hæddarpunktið her var sjálvandi “You can have Him, Jolene”, sum tær gjørdust kendar upp á, frálíka væl framført, men ikki minst útgávan av upprunasanginum hjá Dolly Parton, sum tær sungu fyrst. Hann var framførdur a capella – sera vakurt.
Chapel Hart var ikki bara hæddarpunktið á hesum festivalinum. Tað var hæddarpunktið á øllum countryfestivalunum í Sørvági til nú.
Kristina sitandi
Leygarkvøldið í Sørvági bjóðaði eisini upp á eina frálíka konsert við Kristinu Bærendsen. Deiligt at kunna uppliva Kristinu aftur á Dungasandi.
Og tíbetur kom hon – tí hon kundi líka so gott havt avlýst. Hon fekk skaða í fótin í einum falli fyri nøkrum døgum síðani, og hevur havt fótin ínnbundnan, og gingið á høkjum síðani.
Men Kristina er treisk. Við hjálp og stuðuli frá góðum vinum kom hon upp á pallin, har hon sitandi á einum hástóli við høgra fóti ballaðum inn í tríggjar pulshosur, gav eina frálíka framførslu.
Hon er líka góð sitandi, sum standandi, handan Kristina Bærendsen.
Hon er country
Konsertin var eitt gott bland av góðum kenslubornum og kendum sangum. Hallur Joensen kom á pallin, so tey kunnu syngja “Vinir eru reyðagull” saman, og Kristina kundi avdúka, at góði vinur og mentor hennara, Hallur, eitur Sunnleif til millumnavn.
Og so fekk gemalurin, Böddi Reynis, eisini høvi at syngja ein nýggjan sang, sum hann nýliga hevur útgivið, “We can go Places”, fínur country, hóast Böddi annars ikki vanliga skrivar countrysangir.
- Tá ein skal skriva ein sang til Kristinu, so kann tað ikki verða annað enn contry – Kristina er country, segði fryntligur maður hennara.
Fyri undirritaða var tað eisini eitt sindur av einum yvirraskilsi, at Kristina hesaferð hevði lænt ein sang frá Georg eystan Á og Sølvu Ford. Og “Troystartámið” og Kristina rigga ordiliga væl saman, so er tað sagt.
Trongsul á Stakka
Yviri á Stakkapallinum tóku Blátt Gras yvir. Og her var staðfest, at Stakkin er vorðin ov lítil til Blátt Gras, ella Blátt Gras eru vorðnir ov stórur.
Her var stórur trongsul framman fyri pallinum. Blátt Gras eru, eins og hini nøvnini, sum eru fastir gestir á festivalinum, her hugsi eg um Vág/ðaverk og Tinganest, altíð góðir í Sørvági. Her fáa teir tað rætta ‘mótspælið’ frá áhoyrarunum.
Ein frálíkur countryfestivalur er av. 600 ella 700 atgongumerki fleiri vórðu seld hesaferð. Tað sást eisini, at heilt nógvir nýggir og kanska eitt sindur øðrvísi gestir høvdu leitað sær vestur til Sørvágs hesaferð.
Og tað kundi verið tekin uppá, at Sørvágs Country- og Bluesfestivalur kanska er við at vaksa seg stóran, og skal til at umhugsa hvørjar avbjóðingar tað fer at hava við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald