Leygarkvøldið 22.nov bjóða Eyðun Jacobsen og Varpið til eina øðrvísi kafékonsert-uppliving.
Eyðun vil gjarna skapa ein hugnaligan og óformellan stemning. Áhoyrararnir kunnu tí velja ímillum at sita í vanligu reyðu áhoyrara-stólunum, ella við kaféborð niðri á gólvinum.
Atgongumerkini kosta 250 krónur, og tá er kaffi og desert íroknað prísin. Einasti munurin er, at meðan tú kanst hava desert og drekka við inn til kafé-borðini, so mugu tey sum heldur vilja sita bleytt í reyðu setrunum á hágólvi og svala, bíða til pausuna, at fáa sær ein drekkamunn.
Atgongumerkið kunnu bíleggjast á varpid.fo
Upprunaliva úr Klaksvík
Eyðun er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann byrjaði sína tónleikaferð sum smádrongur á Kósini saman við Karl Martin Samuelsen, Joen Jacob Jacobsen, Jóhan Laksafoss og Jóannes hjá Rosu í bólkinum The Tigers.
Síðani tá hevur Eyðun verið sera virkin innan andaligan tónleik, og hevur verið við í fleiri bólkum og útgávum. Hann giftist við Dinnu Nónklett, og flutti til Søldarfjarðar í 1975 har hann helt fram við tónleikinum.
Í 1983 flutti hann saman við familjuni til Danmarkar har tey búðu í 17 ár, eisini har var hann sera virkin við sínum sang- og tónleikagávum. Síðani tey fluttu heima aftur til Føroyar, hevur Eyðun ikki ligið á latu síðuni tónleikaliga. Hann hevur givið út fimm fløgur sum einstaklingur og tvær fløgur saman við døtrunum undir navninum Zamar.
Hann hevur verið nógv í USA í samband við tónleikainnspælingar, bæði hjá sær sjálvum og fleiri øðrum. Hvørja viku syngur og spælir hann saman við tónleikarunum á ymiskum samkomukafe’um.
Eisini skipar hann fyri ymiskum tónleiktiltøkum, eitt nú sera vældámda Gospeltúrinumn við Norrønu.
Countrymaður
Tað er eingin ivi, Eyðun er countrymaður. Hansara tónleikur er country gospel. Eitt sum eyðkennir konsertir og framførslur hjá Eyðun er, at hann dugur væl at fáa áhoyrarnar at syngja við sær og hetta er sera væl dámt.
Konsertin í Varpinum verður einki undantak, fólk kunnu gleða seg til at sleppa at syngja við.
Eyðun hevur góðar tónleikarar afturat sær. Nevnast kunnu: Gotfred Joensen klaver, Jóhan Danielsen bass, Herálvur Jensen el guitar, Terje Jóhannesen el-guitar og mandolin, Andrew Jensen trummur, Petur Hermansen steel guitar og sjálvur spælir Eyðun akkustiskan guitar. Kórrøddirnar eiga Birgit Nónklett Hansen, Kristina Nónklett Hansen og Kristbjørn Olsen.
Á konsertini koma eisini fýra gestasangarar at luttaka, teir eru: Magni Christiansen, Terje B. Vestergaard, Bill Justinussen og Dan Hjelm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald