Uttanlands

CNN: Fleiri norðurkoreansk herfólk á veg til Russlands

25.000 til 30.000 norðurkoreansk herfólk verða komandi mánaðirnar send til Russland, siga ukrainskar keldur við amerikanska miðilin

Fyrrverandi russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu og norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-un hittust í Pyongyang í juni (Mynd: EPA)

Fyrrverandi russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu og norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-un hittust í Pyongyang í juni (Mynd: EPA)

2025-07-03 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært ukrainskum upplýsingum fer Norðurkorea komandi mánaðirnar væntandi at senda 25.000 til 30.000 herfólk til Russlands at hjálpa russiska herinum í krígnum móti Ukraina, upplýsa fleiri dulnevnd ukrainsk embætisfólk fyri CNN.

Hesi koma afturat teimum umleið 11.000, sum vórðu send úr Norðurkorea í november í fjør. Mett verður, at 4.000 norðurkoreansk herfólk annaðhvørt eru særd ella dripin í krígnum.

Umframt vanlig herfólk, fer Norðurkorea eisini at senda 5000 byggifólk og 1000 verkfrøðingar, upplýsri fyrrverandi russiski verjumálaráðharrin, sum nú stendur á odda fyri russiska trygdarráðnum, Sergej Sjojgu á vitjan í Norðurkorea í juni.

Hesir 6.000 norðurkoreanararnar skulu hjálpa við enduruppbyggingini av Kursk-landslutinum eftir ukrainsku álopini, sum byrjaðu, tá ukrainskar herdeildir fóru inn í landslutin í august 2024. Í vár boðaði Russland síðani frá, at landið aftur hevði fult ræði á Kursk, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder