Í døgunum 30. apríl til 2. mai næsta ár verða Føroyar aftur stongdar fyri ferðafólk, um ein so kann siga. Tá verður átakið “Closed for maintenance – Open for Volontourism” aftur hildið, har sjálvboðin úr Føroyum og uttanlands aftur fara at bøta um náttúruna, og gera tað høgligari hjá føroyingum og útlendingum at ferðast í føroysku náttúruni.
Visit Faroe Islands, sum stendur fyri átakinum, lýsir nú eftir hugskotum til verkætlanir, sum kunnu fremjast í sambandi í sambandi við “Closed for maintenance”.
Øll í Føroyum hava hava javnbjóðis møguleika at luttaka í átakinum við egnari verkætlan og latið er nú upp fyri, at kommunur, kunningarstovur, jarðareigarar og onnur kunnu senda inn uppskot til verkætlanir.
Eins og undanfarin ár, er pláss fyri áleið 10 ymiskum verkætlanum kring landið. Umframt øll tey føroysku sjálvbodnu, verða áleið 100 útlendingar við í átakinum.
Fyri at verða ein av teimum 10 verkætlanunum, skal avvarðandi kommuna ella kunningarstova senda inn umsóknarskjalið, ið er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Onnur áhugað kunnu søkja umvegis kommununa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald