G! Festivalurin kunnger í dag fýra nøvn, sum fara at spæla á festivalinum á Gøtusandi í summar
Mest forkunnuga navni til ársins festival er, at kultbólkutin, sum onkursvegna var upprunin til G! festivalin, Clickhaze, kemur saman aftur at spæla á G! 2026.
Hesin bólkurin er við árunum blivin púra mytologiskur. Men tað er kanska einki undur í tí, tá ið tú hyggur eftir samansetingini av bólkalimunum: Mikael Blak, Jens L. Thomsen, Eivør Pálsdóttir, Bogi á Lakjuni, Jón Tyril, Högni Lisberg og Petur Pólson.
Hesi sjey ganga aftur í so nógvum bólkum, á so nógvum plátum og í so nógvum tónleikaligum samanhangi, at tað er nærum ógjørligt at nevna alt. Eivør, ORKA, Hogni, Petur Pólson og G! festivalurin eru bert nakrar víðari bragdargerðir av orkuni í frumevninum, sum Clickhaze er.
Tónleikurin er enn tann dag í dag serføroysk ljóðmynd við altjóða ráki, tripphopp og kingo, sum nú er vovið inn í arvastrongin av føroyskum tónleiki.
![]()
Døgg Nónsgjógv – stillfarandi og djørv
Skurvutt ljóð við erligum teksti um vaksnamannakærleika, við øllum ið har til hoyrir. Soleiðis kanst tú taka saman um nýggja tónleikin hjá Døgg Nónsgjógv. Hon var bert ein ungur tannáringur, tá ið hon bleiv kend í Føroyum, og tók eftir sína fyrstu útgávu ein longri steðg frá øllum tónleiki.
Nú er hon vend sterkt aftur og hevur hesi seinastu árini latið úr hondum EP'ina Døggfallin og heildarútgávuna Livandi. Eyðkenda røddin hevur altíð staðið sum mittpunkt í tónleikinum, og tá ið Silvurdrongurin bað sínar yndissangarar koma at syngja á síni seinastu útgávu, vóru boð eftir Døgg at syngja við – hettar sigur ikki so lítið.
![]()
Moyka – lívligur norskur elektro poppur
Á stórum norðulendskum átaki í Meksiko herfyri var, umframt okkara egnu Elinborg, eisini norska Moyka.
Moyka hevur longu spælt á teimum stóru festivalunum í heimlandinum, Øya, Bergenfest og Slotsfjell, og er nú av sonnum við at gera vart við seg úti í heimi. Hon varð millum annað tilnevnd ársins sync fyri lag, sum var við í Netflix røðini Young Royals.
Norskur poppur hevur eitt ávíst ljóð, og tað hava norskar songkvinnur eisini. Og her er talan um lívligan norskan elektroniskan popptónleik við avbera góðari norskari songkvinnu, sum stendir seg sera væl á palli!
![]()
Printz Board & the Butter Funk Family
Festivalgestir kunnu síggja fram til hornblástur og stramman funktónleik, tá ið Printz Board við síni Butter Funk Family, kemur til Gøtu at fáa øll at dansa við.
Framleiðarin og fjølljóðförisleikarin Printz Board er ein av stovnarunum av the Black Eyed Peyes, har hann hevur verið við at skrivað fleiri av kendu løgunum hjá teimum. Eisini hevur hann arbeitt saman við Justin Timberlake, Michael Jackson, Katy Perry, Dr. Dre v.fl.
Á heysti í fjør var hann í Föroyum og framførdi, og honum dámdi so væl her, at tað var ikki ringt at yvirtala hann at koma ein túr afturat at framføra á G!
Frammanundan eru hesi nøvnini kunngjørd: Frændur, Fantastic Negrito, Guðrið Hansdóttir, Irah, Elinborg, Tamikrest, Jerub, Marianna Winter, Tunghoyrt, Lynks, Alterne og Bolstad.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald