Eins og í fjør, fara Christmas Child eskjurnar úr Føroyum til Ukraina. Har hava nógv børn tørv á nógvari hjálp.
Eksjur fara eisini til Miðasia.
Tað varð annars upprunaliga fráboðað, at eskjurnar úr Føroyum í ár fara til Vesturafrika og Asia, men nú eru onnur boð komin úr Onglandi, stendur á heimasíðuni hjá Trúboðanum.
- Christmas Child Føroyar harmast um, at ymisk boð koma, men eskjurnar úr Føroyum fara í ár til Ukraina og Miðasia.
Boðað verður annars frá, at ørnini hava brúk fyri heitum húgvum, hosum, vøttum o.l., so tað kemur væl við at fáa. Umframt heit pløgg, so eru eisini fleiri onnur hugskot til, hvat vit kunnu koyra í eskjurnar í faldarunum og á heimasíðuni christmaschild.fo.
Vit vóna, at føroyingar aftur í ár vilja gleða børn við at senda skógvaeskjur fyltar við gávum. Fleiri av teimum børnunum, ið fáa eskjur, fáa helst onga aðra jólagávu, og hjá fleiri er tað helst fyrstu ferð, at tey fáa eina jólagávu, skrivar Christmas Child Føroyar á heimasíðuni.
Tað at føroyingar - og onnur - lata skógvaeskjur sum jólagávur til børn, ið eru í trongari støðu, er ein góður siður. Hesin hevur verið í nógv ár.
Seinasta freist at lata eksjurnar inn í Føroyum fyri 2025 er 26. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald