Mentan

Cha cha cha og Hallucination í Vild med Dans

Sissal og Eugen Miu vunnu seg enn einaferð víðari í Vild med Dans

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2025-10-10 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur væl hjá føroysku Sissal Johonnu Norðberg Niclasen í Vild med Dans. Í einum cha cha cha dansaðu Sissal og Eugen Miu seg víðari sendingini.

Ævintýr hjá H.C. Andersen var evnið í kvøld, og ævintýrið í dansinum hjá Sissal og Eugen Miu var "Nýggju klæðir keisarans". Dansað var til Hallucination, sum havnarkvinnan luttók við í Eurovision fyrr í ár.

Sjálv sang Sissal fyrsta partin av lagnum og tað riggaði stak væl.

Dómararnir góvu teimum báðum 18 stig.

- Sissal, tú ljóðar fantastiskt og tú sært fantastiskt út. Eg havi glett meg til í kvøld, og tú skuffar uppá ongan máta. Tit kláraðu tað sera væl, segði eini dómarin, Sonny Fredie Pedersen.

Hyggjararnir hildu eisini, at tað sá fantastiskt út og atkvøddu Sissal og Eugen víðari til fjórðu sending.

Átta pør eru eftir í Vild med Dans.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder