Uttanlands

CDU-formaður leggur frá sær sum stjórnarforseti

Armin Laschet boðar um vikuskiftið frá, at hann hevur ábyrgdina fyri, at flokkurin fekk eitt søguliga vánaligt val, og at hann leggur frá sær sum stjórnarforseti í týska statinum Nordrhein-Westfalen

Armin Laschet hevur verið stjórnarforseti síðan 2017 og formaður í CDU síðan januar (Mynd: EPA)

Armin Laschet hevur verið stjórnarforseti síðan 2017 og formaður í CDU síðan januar (Mynd: EPA)

2021-10-17 17:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Formaðurin í kristiliga demokratiska flokkinum CDU, í Týsklandi, Armin Laschet, hevur um vikuskiftið boðað frá, at hann fer at leggja frá sær sum stjórnarforseti í statinum Nordrhein-Westfalen. Tað er eitt embæti, sum hann hevur havt, síðan 2017.

Laschet, sum í januar varð valdur til floksformann, sigur seg hava ábyrgdina fyri, at flokkurin fekk eitt søguliga vánaligt valúrslit  og harvið tapti valdið á valinum í september. Hetta, eftir at flokkurin í 16 ár hevði staðið á odda við Angelu Merkel sum samveldiskanslara.

Laschet hevur áður sagt við miðlarnar, at hann fer at skjóta upp, at ein stórur floksfundur verður hildin, so tey kunnu finna fram til, hvør skal stjórna flokkinum, skrivar Ritzau.

Á valinum fekk CDU 24,1 prosent av atvkøðunum, meðan sosialdemokratiski flokkurin, SPD, sum í komandi viku fer undir samgongusamráðingar við umhvørvisflokkinum Die Grünen, og liberala flokkinum FDP, fekk 25,7 prosent, og gjørdist hann harvið størsti flokkurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder