Innanlands

Carla Sands í Føroyum

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, verur í Føroyum til mikudagin

Mynd: uvmr.fo

Mynd: uvmr.fo

2018-08-19 14:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, er í hesum døgum á sínu fyrstu vitjan í Føroyum. Tað skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið á heimasíðu sína.

Mánadagin og týsdagin eru virkisvitjanir og fundir við føroyskar myndugleikar á skránni. M.a. skal hon hitta Poul Michelsen, landsstýrismann, týsdag seinnapart.

Carla Sands fer eftir ætlan av landinum aftur mikudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder