Innanlands

Byrja í ovastu løgunum

Nýskipanarnevndin hittist fyri fyrstu ferð hósdagin. Ben Arabo, formaður, ætlar at gera skjótt av við fyrstu tilmælunum, sigur hann við FM1

Ben Arabo (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ben Arabo (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-02 12:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg vildi verið vónbrotin, um vit ikki rættiliga skjótt kundu komið við munagóðum tilmælum.

Tað segði Ben Arabo, formaður í nýskipanarnevndini í tíðindunum á FM1 á middegi.

Talan er um eina nevnd við átta limum, og nevndin skal í felag verða samd um tilmælini.

- Smalka ella broyta almennu fyriskitingina, tað má tíðin vísa. Tað skal nevndin blíva samd um. Men tað er nærliggjandi at byrja í toppinum, tá man skal hyggja eftir haldføri í almennu skipanini, segði Ben Arabo.

- At byrja í botinum og so at fara uppeftir, er ikki væl egnað, heldur Ben Arabo.

Nevndin fær hjálp frá nýskipanarskrivstovuni, ið verður skipað sum deild í Fíggjarmálaráðnum við serkønum starvsfólki í talgreining, løgfrøði og stjórnmálafrøði. Skrivstovan skal stuðla nevndini við greiningum og fakligari ráðgeving.

Nevndin er mannað við óheftum fakfólkum, sum eru vald eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

  • Ben Arabo, stjóri í Framtaki (formaður)
  • Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni
  • Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri
  • Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera
  • Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali
  • Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum

Umframt omanfyrinevndu eru John Rajani, løgmansstjóri, og Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, eisini partur av nevndini.

Hoyr samrøðuna í tíðindunum á FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder