Innanlands

Byrja aftur at koppseta hósdagin

Teir umleið 4.000 skamtarnir koma eftir til landið í annaðkvøld. Fólk, ið eru 75 ár og eldri, kunnu bíleggja tíð til koppseting

4.129 fólk eru liðugt koppsett í Føroyum (Mynd: corona.fo)

4.129 fólk eru liðugt koppsett í Føroyum (Mynd: corona.fo)

2021-04-06 15:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin hevur verið koppsettur í Føroyum seinastu vikuna, og orsøkin er einføld: Bíðað verður eftir nýggjari sending við koppingarevni. 

Ein slík kemur nú heilt skjótt - eftir øllum at døma í annaðkvøld skrivar corona.fo. Talan er um koppingarevni frá Pfizer, og tríggir bakkar eru í. Hetta svarar til 4.000 skamtar.

- Góður helmingurin av skamtunum verður brúktur til at koppseta fólk, ið ikki eru koppsett áður. Restin skal nýtast til at endurkoppseta fólk, ið hava fingið fyrra prikið.   

Tað er í fyrstu syftu tey, sum eru 75 ár og eldri, sum hava møguleikan at bóka tíð til koppseting á korona.fo.

Higartil eru 6.641 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 12,5 prosent av fólkinum hava fingið fyrru koppseting, meðan 4.129 fólk, ið svarar til 7,8 prosent av fólkinum, eru liðugt koppsett.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder