Innanlands

Býráðið í Vága kommunu samtykt fíggjarætlanina fyri 2024

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2024 eru mettar til 117.7 milliónir krónur, í mun til mettu 109 milliónir krónur í 2023

Sandavágur (Savnsmynd)

Sandavágur (Savnsmynd)

2023-11-26 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á eyka býráðsfundi fríggjakvøldið samtykti býráðið í Vága kommunu fíggjarætlanina fyri 2024.

Skattaprosentið lækkar við 0,25 prosent í 2024 og verður 21.50 prosent, og barnafrádrátturin verður verandi kr. 6.500 krónur.

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlanini hjá Vága kommunu fyri 2024 eru mettar til 117,7 milliónir krónur, í mun til mettu 109 milliónir krónur í 2023 - ein vøkstur á 8,7 milliónir krónur ella 7,98 prosent, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Kommunuskatturin fyri 2024 er mettur til 89,7 milliónir krónur, ið er ein framskriving á 6,38 prosent í mun til metta kommunuskattin fyri 2023. Partafelagsskatturin í 2024 er mettur til 4 milliónir krónur, og skattur frá eftirlønargjøldum er mettur at verða 22,9 milliónir krónur. Inntøkur í sambandi við DIS, FAS og frádráttir eru mettar til 5.3 milliónir krónur.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi í fíggjarætlanini fyri næsta ár eru 106,9 milliónir krónur í mun til 101,5 milliónir krónur í ár. Tað er ein vøkstur á 4,61 prosent.

Íløgurnar í fíggjarætlanini fyri næsta ár eru mettar til 31 milliónir krónur.

Millum íløgurnar eru útbygging av dagstovninum Sóljugarði í Sandavági, heilsudeplinum í Miðvági, og umvælingar á ellisheiminum á Sýnini. Harafturat verður graslíkið á vøllinum í Miðvági skift, samanbinding av Ápramsvegi og Tvørgarðsvegi, útbygging av kirkjugarðinum í Sandavági, umvæling av Haraldstovuhandlinum til íverksetaraumhvørvi og íløgur í grøna orkuskiftið.

Umframt nevndu íløgur og raðfestingar, verða fleiri aðrar smærri og størri ábøtur gjørdar á rakstrarsíðuni í 2024, skrivar Vága kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder