Innanlands

Bygma Balslev góðar 22 milliónir í avlopi

Besta árið hjá felagnum síðstu 17 árini

Virksemið hjá Balslev á Vegnum Langa í Hoyvík (Mynd: Kringsýni / Tórshavnar kommuna)

Virksemið hjá Balslev á Vegnum Langa í Hoyvík (Mynd: Kringsýni / Tórshavnar kommuna)

2021-10-22 10:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðstu mongu árini hevur Bygma Balslevs Timburhandil & Byggibúð P/F verið størsti timburhandil og byggibúð í Føroyum. Talan er um eina stóra og vælrikna fyritøku, sum ár um ár hevur víst á góð rakstrarúrslit og hevur ligið fremst millum timburhandlarnar í Føroyum.

Um tað er metstóra byggivirksemið í Føroyum, møguliga saman við stórum innanlands privatum eftirspurningi orsakað av koronu, sum er orsøkin til vøksturin í 2020, verður ikki upplýst í roknskaparfrágreiðingini frá felagnum. 

Men staðfest er, at aðalfundurin í Balslev kundi leggja ein metgóðan roknskap fram, sum gav eitt avlop upp á heili 22,3 mió.kr., sum er besta árið hjá Bygma Balslev síðstu 17 árini.

Roknskapurin hjá Bygma Balslev vísur, at bruttovinningurin øktist úr 55,8 mió.kr. í 2019 til 62,8 mió.kr. í 2020, sum er ein vøkstur á 12,5 prosent. Samlaða nettosølan verður ikki upplýst. 

Starvsfólkakostnaðirnir øktust 4 mió.kr. í 2020 til 32,1 mió.kr. Úrslit áðrenn avskrivingar, øktist úr 27,6 mió.kr. í 2019 til 30,7 mió.kr. í 2020. Vøksturin er 11,2 prosent.

Bygma Baslev rindaði 4,8 mió.kr. í partafelagsskatti í 2020.

Úrslit eftir skatt í 2020 gjørdist eitt avlop á 22,3 mió.kr., samanborið við 19,8 mió.kr. í 2019, sum gevur ein vøkstur í úrslitinum á 12,8 prosent.

Fíggjarjavnin hjá øktist úr 47,4 mió.kr. í 2019 til 50,6 mió.kr. í 2020. Um hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá Bygma Balslev sæst, at samlaðu ognir og skyldur øktust úr 134,9 mió.kr. í 2019 til 149,0 mió.kr. í 2020. Serliga er støðisognin økt við 6 mió.kr. og onnur ogn við 9,2 mió.kr., meðan tøkur peningur er minkaður við 3,6 mió.kr.  

Vørugoymslan var 37,7 mió.kr. í 2020, sum er sama støði sum í 2019 og áogn frá søluni var 30 mió.kr. í 2020, samanborið við 28,1 mió.kr. í 2019.

Eginpeningurin hjá Bygma Balslev øktist úr 80,8 mió.kr. í 2019 til 88,1 mió.kr. í 2020. Talan er tí um eina fíggjarliga sterka fyritøku. Trygdarevnið er 59 prosent, sum verður mett at verða gott.

Felagið hevur økt um stuttfreiðstaðu skuldina, úr 49,7 mió.kr. í 2019 til 56,8 mió.kr. í 2020.

Gjaldførið hjá Bygma Balslev var eisini gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum “gjaldførislutfall”, sum er munurin millum ogn í umferð og stuttfreistaða skuld, var 138 prosent í 2020 samanborið við 141 prosent í 2019.

Eigarin av Bygma Balslev er kenda og stóra danska fyritøkan Bygma A/S, sum sambært upplýsingum á teirra heimasíðu, www.bygma.dk, er ein av 100 teimum størstu fyritøkunum í Danmark og hevði eina samlaða sølu í 2020 á 9,4 mia.kr.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2020 sett 15 mió.kr. av, fyri at rinda sum vinningsbýti til eigararnar.

Bygma Baslev upplýsir á síni heimasíðu, at samlað starvsfólkatalið er 75. Stjóri í Bygma Balslev er Sjúrður Olsen. Nevndarformaður er Peter Hellerung Christiansen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder