Innanlands

Byggja nýtt skýli á Svangaskarði

Fundament vóru stoypt hósdagin

(Mynd: KBH)

(Mynd: KBH)

2025-07-04 10:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samstundis sum nýtt graslíki hevur verið lagt á vøllin á Svangaskarði á Toftum, hava fólk frá byggifyritøkuni KBH gjørt fyrireikingar til stroyping av fundamentum til nýtt skýli.

Og í gjár var so ein stór stoyping á skránni, sigur Nes kommuna.

Arbeiðið at leggja nýtt graslíki er liðugt og fyrsti Betrideildardysturin verður leygardagin 5. juli kl. 17:15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder