Innanlands

Byggja nýggjan virkisbygning við Ljósá

Bygningurin brendi í fjørsummar, men nú verður nýggjur reistur

(Mynd: KJ)

(Mynd: KJ)

2023-12-04 17:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hátíðardámur við Ljósa í dag, nú KJ hevur endurreist nýggjan virkisbygning í bygdini. Um middagsleitið var reisigildi hildið saman við arbeiðsfólkinum á staðnum og umboðum frá KJ.

Nýggi virkisbygningurin er 14 metrar breiður og 55 metrar langur, sum gevur eina gólvvídd á 840 fermetrar. Sp/f Búð stendur fyri lendis- og stoypiarbeiðinum og Kaas Industrybyg tekur sær av uppsetan og innilokan av høllini. Virkisbygningurin verður innilokaður áðrenn jól og væntast at vera klárur at taka í nýtslu á sumri í 2024.

[object Object](Mynd: KJ)

- KJ fegnast um skjóta og góða arbeiði frá undirveitarunum, og nýggi virkisbygningurin fer at bøta munandi um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum og gomsluviðurskiftini hjá felagnum, sigur Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ.

Tað var 9. august í fjør festi eldur seg í virkisbygningin hjá KJ við Ljósá, og bygningurin stóð ikki til at bjarga. Í bygninginum húsaðist deildin, ið stóð fyri sandblásing og líknandi arbeiðum hjá KJ, umframt plastdeildin, ið tekur sær av aliringum, smoltstøðum og øðrum uppgávum.

[object Object]Soleiðis sá út í fjørsummar (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder