Svínoy hevur nú fingið byggisamtykt.
Tað var 14. februar 2024, at Klaksvíkar kommuna sendi Umhvørvismálaráðnum uppskot til byggisamtykt fyri Svínoy til góðkenningar. Eingin byggisamtykt hevur nevniliga verið frammanundan.
Uppskotið hevur verið leingi ávegis, og hevur ligið frammi í trimum umførum, seinast frá 22. apríl til 13. mai 2024. Tá ið freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, 3. juni 2024, hevði kommunan fingið 12 mótmælir, ið eru viðgjørd av býráðnum, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til ummælis og mælir til at góðkenna byggisamtyktina fyri Svínoy, og Umhvørvismálaráðið hevur síðani góðkent byggisamtyktina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald