Innanlands

Býarskái í Runavík um vikuskiftið 

Góð tilboð, valsmakkandi matur og undirhald er á skránni – handlarnir í Runavík hava opið til á midnátt leygarkvøldið og til klokkan 20 sunnukvøldið

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2025-11-06 08:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið skipar handilslívið í Runavík fyri árliga Býarskáanum, ið er stóra heysttiltakið í Runavíkar kommunu. Yvir 30 handlar, fyritøkur og matstovur bjóða inn til býarskáan, og skráin er full av góðum tilboðum, vælsmakkandi mati og undirhaldi til bæði stór og smá. Við øðrum orðum; eitt langt vikuskifti, har til ber at keypa jólagávurnar í góðari tíð og fyri ein góðan prís. 

Úr rúgvusmiklu skránni kann nevnast, at stórur pop-up marknaður verður í hølinum hjá arbeiðarafelagnum Hæddin við fleiri spennandi handlum og listafólkum, og í Gamla handli verður ein serstøk og áhugaverd listaframsýning við verkum úr knústum steinum og glasi.

Uttan fyri Gulu Smiðju verður hugnaligt øki við gøtumati við fleiri matvognum og smáttum, har ein kann royna alskyns sløg av mati. Í Løkshøll verður serstøk filmssýning á føroyskum fyri børn og familjur við filminum “Palli Halaleysi”, og Bókasavnið við Løkin hevur eisini eina rúgvu á skránni – bæði søguløtur, spurnakapping og nógv afturat.

Tann stuttliga og afturvendandi stempulkappingin hjá handilslívinum verður aftur í ár, og vinningurin er - sum altíð - góður! 

Til ársins Býarskáa verður skipað fyri einum nýggjum og forvitnisligum tiltaki: “Kom og MENN’ist”. Tiltakið verður í Borg á Glyvrum og á skránni eru fyrilestrar, tónleikur, undirhald og smakkroyndir.

Flestu handlarnir í økinum hava opið frá klokkan 10 til midnátt leygardagin og frá klokkan 14 til 20 sunnudagin. 

Kunning og dagføringar síggjast á síðuni “Býarskái í Runavík” á Facebook. 

- Visit Runavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder