Innanlands

Búskaparráðið: Politiski myndugleikin eigur at økja um útboðið av býlum

Sethúsaprísirnir hækka framvegis. Miðalprísurin í Tórshavn er nú 4,2 mió. kr., 2,5 mió. kr í størri bygdum og 2,2 mió. kr. í smærri bygdum

Sethúsaprísirnir eru higartil í 2025 øktir við umleið 7,5% í Tórshavn samanborið við miðalprísin í 2024

Sethúsaprísirnir eru higartil í 2025 øktir við umleið 7,5% í Tórshavn samanborið við miðalprísin í 2024

2025-09-09 14:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sethúsaprísirnir eru higartil í 2025 øktir við umleið 7,5% í Tórshavn samanborið við miðalprísin í 2024. Miðalprísurin er nú 4,2 mió. kr. í Tórshavn.

Í sama tíðarskeiði eru húsaprísirnir hækkaðir í størri og smáu bygdunum við 6%, umframt Sandoy/Suðuroy við 13%. Stóri vøksturin í Sandoy/Suðuroy skal tulkast við varsemi, tí miðalprísurin kann togast upp av einkultum sølum eftirsum sølurnar eru fáar í hesum økjum.

Serliga hevur vøksturin verið stórur í størri bygdunum. Í 2024 var miðalprísurin 2,3 mió. kr. meðan fyrra hálvár 2025 er miðalprísurin 2,5 mió. kr.

[object Object]

Sethúsaprísirnir eru øktir nógv seinastu 10 árini, ið sannlíkt stavar frá, at útboðið ikki hevur megnað at fylgt við eftirspurninginum, og tað kunnu tað vera fleiri orsøkir til. Millum annað hevur stóra tilflytingin gjørt, at tað hava verið fleiri um boðið at keypa sethúsini.

Harafturat kann eitt nú trot á arbeiðsmegi í byggivinnuni, dýrkaður byggikostnaður, avmarkað útboð av byggilendi, og at fleiri almennar verkætlanir hava verið settar í verk í senn, hava avmarkað útboðið av nýbygging av bústøðum, og viðvirkað til at trýsta sethúsaprísirnir upp tá ið eftirspurningurin hevur verið stórur.

Bústaðartrotið er ein fløskuhálsur í føroyska búskapinum. Búskaparráðið metir tað vera neyðugt, at politiski myndugleikin tekur hesa avbjóðing í álvara við at økja um útboðið av bústøðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder