Innanlands

Búskaparráðið leggur várfrágreiðing fram mánadagin

Framløgan verður í Smæruni í Havn

Limir í Búskaparráðnum (Mynd: Búskpaparráðið)

Limir í Búskaparráðnum (Mynd: Búskpaparráðið)

2026-02-26 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi mánadg - 2. mars - leggur Búskaparráðið várfrágreiðingina fram.

Framløgan verður í Smæruni í Havn klokkan 14, boðar Búskaparráðið frá.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Limir í Búskaparráðnum eru:

  • Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
  • Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
  • Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
  • Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
  • Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder