Innanlands

Búskaparráðið leggur heystfrágreiðingina fram mánadagin

Hetta í Smæruni klokkan 13

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina (Mynd: landsbankin.fo)

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina (Mynd: landsbankin.fo)

2025-08-31 20:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, mánadagin 1. september leggur Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram. Framløgan verður í Smæruni í Tórshavn klokkan 13.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

- Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya at røkja.

Seinastu frágreiðingarnar hava lyft peikifingrinum eftir fíggjarligu gongdini.

Limir í Búskaparráðnum eru:

Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef.

Búskaparráðið kunnar eisini um, at ráðið hevur fingið nýggja heimasíðu í ár. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder