2025-09-19 10:37

Í komandi viku leggur Búskaparráðið fram evnisfrágreiðing um kommunubúskapin og eldraøkið.
Framløgan verður í Smæruni í Havn hósdagin 25. september klokkan 9.30.
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Limir í Búskaparráðnum eru:
- Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
- Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
- Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
- Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
- Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald