Tað var ikki eitt búskaparpolitiskt haldført samgonguskjal, sum nýggja ABC-samgongan legði fram í gjár.
Tað sigur búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum. Hann vitjaði FM1 tíðindini seinnapartin í gjár, og her segði hann í samrøðu við Árna Gregersen, at hann er stúrin fyri framtíðar føroyska búskapinum eftir at hava lisið samgonguskjalið.
Tað, sum búskaparfrøðingurin serliga eftirlýsir er búskaparliga haldførið, sum undanfarna samgongan arbeiddi við, men sum ikki kom á mál, og sum eisini var eitt av høvuðsmálunum í valstríðnum.
Ítøkiligar útreiðslur - óítøkiligar inntøkur
Men eftir at hava lisið samgonguskjalið sær Johnny í Grótinum nógv fleiri útreiðslur enn hann sær inntøkur í ætlanini hjá ABC-samgonguni.
Møguligu inntøkurnar, sum kunnu bøta um búskaparliga haldførið eru einans nevndar í yvirskriftum og eru sera óítøkiligar - eru sum 'fuglar á takinum', heldur Johnny í Grótinum.
Serliga harmar tað búskaparfrøðingin, at ætlanin um at framskunda hækkingina av pensjónsaldinum er slept, og at hildið verður fram við ætlanini frá 2018, har hækkingin av pensjónsaldrinum gongur alt ov seint sambært Johnny í Grótinum.
Í verandi ætlan hækkar pensjónsaldurin við hálvum ári fimta hvørt ár, og tað er minni enn miðallivialdurin hjá pensjónistum (restlivitíðin) hækkar í løtuni, og her skal havast í huga, at henda restlivitíð longu er hækkað úr 14 til 19 ár upp á heilt stutta tíð.
Hetta merkir, at her hava vit eina stóra og vaksandi útreiðslu liggjandi í framtíðini. Hesir pengar skulu finnast, men tað sæst ikki í samgonguskjalinum hvar hesir pengar kunnu finnast, vísir Johnny í Grótinum á.
Hoyr samrøðuna við Johnny í Grótinum her (Byrjar 5:10 inni í sendingini)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald