Innanlands

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum

Fakfelagið hevði sent limum sínum tveir teldupostar við kunning og hevði í tí sambandi av misgáum sent viðkvæmar persónupplýsingar

(Savnsmynd: Dátueftirlitið)

(Savnsmynd: Dátueftirlitið)

2025-12-15 16:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hevur fingið eina álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum.

Týsdagin 22. apríl boðaði Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya Dátueftirlitinum frá, at fakfelagið hevði staðfest eitt trygdarbrot mikudagin 16. apríl.

Felagið hevði sent limum sínum tveir teldupostar við kunning og hevði í tí sambandi av misgáum sent viðkvæmar persónupplýsingar, skrivar Dátueftirlitið.

Orsøkin til trygdarbrotið var, at heldur enn at nýta ”bcc”-funkuna, so at móttakarar ikki síggja, hvør annar hevur fingið teldupostin, hevði man nýtt vanligu ”To”-funkuna ið ger, at allir móttakarar síggja, hvør annar hevur fingið teldupostin.

Sambært felagnum er tað annars føst mannagongd, at teldupostar altíð skulu sendast við ”bcc”-funkuni.

Telduposturin, ið elvdi trygdarbrotið, bleiv sendur 471 limum, og hesir fingu innlit í, hvørjir hinir limirnir í felagnum vóru.

Tá felagið varnaðist trygdarbrotið, fingu limirnir aftur ein teldupost, har teir fingu boð um at strika fyrra teldupostin. Seinni telduposturin hevði tó sama feil sum tann fyrri, og tí fingu teir 471 limirnir tí enn einaferð teldupost og navn hjá øllum hinum limunum í felagnum.

Upprunaliga fráboðanin um trygdarbrot var send Dátueftirlitinum fimm dagar eftir, at trygdarbrotið var staðfest. Freistin at boða frá trygdarbroti er 72 tímar sambært Dátuverndarógini, men fráboðanin frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya kom seinni enn hetta. Í upprunaligu fráboðanini var eisini bert fyrri telduposturin nevndur.

Undir viðgerðini av málinum staðfesti Dátueftirlitið, at Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ikki hevði fylgt innanhýsis mannagongdum, m.a. um handfaring av trygdarbrotum, at felagið ikki hevði eina skjalfesta mannagongd fyri at senda teldupostar til nógvar móttakarar, og at felagið ikki hevði sent Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot rættstundis.

Umframt at geva felagnum eina álvarsliga átalu, hevur Dátueftirlitið álagt felagnum at endurskoða mannagongdir og bygnaðarligu trygdina sum heild og at halda eitt tilvitskuskeið fyri viðkomandi persónum, skrivar Dátueftirlitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder